Gerhard Lognberg
løgtingsmaður og borgarstjóri í Skopun
Og hvat so, tá samgongan hevði hetta fyri at privatiserað Postverkið, og pen-ingur var avsettur á fíggjar-ætlanini fyri 2005. Hetta var nógv viðgjørt, bæði í flokkinum og samgonguni.
Sjálvandi hevur hetta mín stóra áhuga, tí handaði eg løgmanni og tingmanning Javnaðarflokksins eitt skriv hesum viðvíkjandi, har ið eg gjørdi mína støðu púra greiða.
Eftir at samgongan var samd um at privatiserað, kemur postverksstjórin í bløðini, og greiður frá, hvussu alt skal gerast. Tað ljóðaði, sum at posthús skuldi verða í hvørjum pilsuvogni.
Nei, nei og aftur nei. Tað er samgongan sum skal verða samd um lógina um postverkið. Og her havi eg púra greiða støðu.
Samgongan skal fyrst verða samd um karmar, síðani skal hetta fyri tingið. Tá ið hetta er gjørt, kann postverkstjórin siga hvussu posthúsini verða framyvir.
Í Skopun er nærum einki eftir. Sparikassin flutti úr Skopun. Føroya Banki hevur næstan einki virksemi í Skopun.
So er tað posthúsið sum er eftir. Tað skal ikki verða við Gerhard sum samgongulimi, at posthúsið skal úr bygdini!
Teistin siglur á Skopun. Har við er tað heilt náttúr-ligt, at posturin verður sorteraður í Skopun.
Hetta er púra greitt mín støða, og hon broytist ikki.
Eg eri ikki valdur til at avtofta, men at byggja upp!










