Kári P. Højgaard
Løgtingsmaður
?????????????
Alfred Olsen løgtingslimur, hevur áhugaverda grein í bløðunum viðvíkjandi Postverkinum. Hetta býtisbarn hevur verið kastibløka í trimum samgonguskeiðum og hevði undirritaði fyri munni, tá løgmansrøðan var til viðgerðar, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevði góðar nervar, fyrst í samgonguskeiðnum at taka posthúsmálið til viðgerðar enn einaferð, tí hvørja ferð málið hevur verið frammi, hevur samgonguskeiðið fingið ein bráan enda.
Havi sjálvur verið virkin partur innan stovnin størsta partin av lívinum og er hægsta ynski mítt, at Postverkið klárar avbjóðingar-nar, ið liggja fyri framman. Her verður neyðugt, at stig verða tikin, ið kosta pening og krevja politiskan rygg. Somuleiðis kann staðfest-ast, sum formaður Postfelagsins eisini hevur ført fram, at nøkur starvsfólk væntandi verða søgd úr starvi.
Aftur til greinina hjá Alfred Olsen, løgtingsmanni, ið samanber Postverkið við ævintýrið hjá H. C. Ander-sen, Den grimme ælling.
Fyrst er at siga, at søgan um Postverkið ikki á nakran hátt er eitt ævintýr, men at hetta er ein órongiligur veruleiki, sum vit mugu og skulu taka støðu til. Alfred Olsen skrivar sitat:
Søgan um Postverk Føroya er tann øvugta, tí tá Postverkið í 1976 varð yvirtikið, var tað at líkna við ein svana..........
Tað er rætt, at frímerkjadeildin hevur verið og er peningamaskinan í Postverkinum og tá samlaraáhugin minkar, ávirkar hetta eisini inntøkurnar.
Hvussu sá Postverkið út tá tað var yvirtikið og var tað nú tann vakri danski svanin, ið føroyingar yvirtóku, sum dugnaliga starvsfólkið smb. greinini hevur vanskepla til eina dunnu ?
Við yvirtøkuna átti Postverkið bert posthúsini í Havn og Klaksvík. Starvsfólkini, ið vóru limir í Dansk Postforbund, høvdu skipaði viðurskifti, men størsti parturin vóru sett "smb. kontrakt" (undirlønt mín viðmerking) har tey, ið høvdu posthúsið, fingu eina samsýning fyri leigu, reingerð og løn. Tað hevur kostað Postfelagnum almikið stríð og tikið nógv ár at fáa skipaði viðurskifti, so starvsfólkini innan henda stovn hava javnbjóðis setanartreytir við onnur almenn starvsfólk.
Hendan uppdatering av starvsfólkaviðurskiftum hevur kostað pening. Sama er galdandi fyri hølisviðurskiftini, har tað nú er ein frøði at koma inn á tey nossligu posthúsini, har fryntlig starvsfólk (skjótt øll í búna) avgreiða brúkar-an skjótt og væl.
Bláu bilarnir, vakrir og reinir, bjóða bestu flutningstænastu. Tó, her andar kappingarráðið stovnin í nakkan, tí hesin við almennum stuðli kappast við privata marknaðin og tað er bert ein spurningur um tíð, hvussu leingi hetta gongur.
Posthús í handlum
Her eri eg grundleggjandi ósamdur.
Hendan skipan var galdandi, tá føroyingar sigldu við seglum og fram til 1970 árini, og er eftir mínum tykki eins avoldað. Trygdin við einari postskipan eigur ikki at verða løgd út til kioskir og handlar. Tey stig tikin verða, mega vera framstig og ikki sum Alfred mælir til 35 ára afturstig.
7 posthús í Føroyum
Hvussu nógv posthús eiga at verða, er fyrst og fremst ein spurningur, sum postverksleiðslan saman við landstýrismanninum ið umsitur málsøki, eigur at greiða politiska myndugleikanum frá, so hesir kunnu taka undir við broytingunum.
Tað skapar ótryggleika fyri starvsfólkini, at nærum líka so vist sum at fráboðanin um fjallgongu kemur í heystfrítíðini, kemur árliga fráboðanin frá postverkstjóranum um, at nú skal áseyðatalið minkast og uppsagnirnar koma. Gongan seinasta ár var rikin til spekingar og var nærum komin í rætt, tá fjallfólki av ósemju rímdi. Trupult er at skifta so nógv fjallfólk, og illa gongst hjá Bjarna at fáa seyðin í rætt, tí nú er eisini vargur komin í fylgi. Bergur og Bjarni royna at taka uttanrætta, men eins og teir ferføttu á fjalli goyggja og ikki altíð akta harra sín og gera eftir boðunum, eru tekin um, at av hesum ávum sleppa minst tríggir hesa ferð. Livst so spyrst.
Sjálvstýrisflokkurin vil vera við til at finna eina virðiliga loysn fyri Postverkið og taka neyðug stig, at tryggja at stovnurin verður uppdateraður til avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman. Her skal nógvur peningur til ca. 35 mill. og var hetta eisini ætlanin saman við einskiljingini.
Spyrjið brúkaran, har landpostboð avloystu smærru posthúsini, hvussu skipanin er, og um tey kundu hugsa sær at vent aftur til tað gamla.
Alfred Olsen, ongin kann liva við hesi óvissuni og tað áliggur postverksleiðsluni og samgonguni at viðgera hetta málið innanhýsis saman við Postfelagnum, áðrenn farið verður í fjølmiðlarnar. Tað var undir alt lágmark, at postverksleiðslan enn einaferð fór út í fjølmiðlarnar í ótíð, uttan at starvsfólkini vórðu kunnaði, men tað er líka so langt úti, at tingmenn í samgongu alment viðgera støk mál av einari heild, áðrenn málið er viðgjørt endaliga innanhýsis og borðbart.










