Postverkið fingið loyvisbræv

Í farnu viku fekk Postverk Føroya loyvisbræv frá Landsstýrinum, har karmarnir fyri postvirkseminum eru ásettir

aki@sosialurin.fo

Nú hevur Postverk Føroya fingið loyvisbræv frá landsstýrinum.
Tað hevur leingi ligið í luftini, at Postverkið skuldi fáa loyvisbræv ?ella vinnubræv? til at reka postvirksemi og í síðstu viku kom tað so.
Higartil hevur Postverkið verið rikið sum ein almennur stovnur undir landsstýrinum.
Postverkið varð rikin eftir lógini um postverk Føroya. Men sum ein liður í at gera Postverkið til ein vinnurekandi fyritøku, varð lógin um postvirksemið sett í gildi í 2001. Men ein fortreyt fyri hesi lógini, var, at Postverkið eisini fekk loyvisbræv og tað kom so í farnu viku.
Í loyvisbrævinum eru teir vinnuligu karmarnir fyri Postverkið ásettir og har verður eisini ásett, hvørji rættindi og skyldur, Postverkið hevur.
Ein avleiðing av, at Postverkið kom undir nýggju lógina frá 2001 og hevur fingið loyvisbræv, er, at nú er tað ikki longur landsstýrið, sum skal góðkenna postgjøldini.
Annars hevur tað verið so, at Postverkið hevur søkt landsstýrið um loyvi til at broyta postgjøldini. Og hevur landdsstýrið tikið undir við umsóknini, eru nýggju postgjøldini ásett í kunngerð.
Men síðani Postverkið fekk loyvisbræv, skal tað søkja Posteftirlitið um loyvi til at hækka gjøldini.
Posteftirlitið kann so ganga umsóknini á møti ella ikki. Men í øllum førum hevur landsstýrið mist alla ávirkan á postgjøldini og kann ikki longur leggja seg út í, antin postgjøldini hækka, ella ikki.
Men Bergur í Garði sigur, at hækkingin, sum nú er í umbúna, hevur onki við loyvisbrævið at gera.
? Tað var longu í mars mánaða, at vit søktu um loyvi at hækka postgjøldini og stóð tað til Postverkið, vórðu hækkingarnar langt síðani settar í verk.
Postgjøldini eru ikki hækkað síðani í 2001, men hinvegin eru lønirnar rættiliga nógv uppfarnar síðani tá, so tað er avgjørt neyðugt at høkka postgjøldini, sigur stjórin í Postverkinum.