Aftur eru starvsfólkini í Postverki Føroya gísli í einum politiskum spæli og aftur hongur hóttanin um uppsagnir í luftini. Alt hetta samgonguskeiðið hava vit hoyrt, at nú skal Postverkið umskipast tl eina almenna fyritøku ella eitt alment partafelag. Men tá nakað skal gerast, hendir einki, og Postverkið haltar víðari, og neyðugt er á hvørjum ári við eini eykajáttan, so Postverkið kann halta eitt sindur afturat.
Slíkt kunnu landsins myndugleikar hvørki bjóða stovninum, teimum mongu starvsfólkunum, sum annaðhvørt sita við eina skivu ella bera post út í øllum veðri. Heldur ikki kunnu landsins myndugleikar bjóða landsins borgarum eina slíka tænastu, sum er skerd munandi seinastu árini.
Víst hevur Postverkið ikki so stóran týdning nú, sum Postverkið hevði áður. Allar fyritøkur, vinnuvirki og stovnar, hava annaðhvørt faks ella eru uppi í teldupostskipanini. Tað sama ger seg galdandi við vanligum húskjum, sum alt fleiri kunnu senda og fáa teldupost. Harafturat kemur, at tær privatu flutningsfyritøkurnar, sum eru komnar á marknaðin seinastu 5-10 árini, kunnu veita eina skjóta og góða tænastu.
Men hóast alt hevur Postverkið ein stóran týdning - bæði fyri vanlig húski og ikki minst fyri útjaðaran - og henda tænastan má vera í toppi. Tað ber ikki til, at fólk á bygd bara fáa post einar 2-3 ferðir um vikuna, og at postavgreiðslur í høvuðsstaðnum lata aftur á hálvum degi og hava stongt leygardag. Skal Postverkið liva upp til hugtakið sum tænastustovnur, má tænastan verða betri.
Hetta kunnu óivað tey flestu semjast um. Hinvegin er verri at semjast um tann skipanarliga spurningin: skal Postverkið halda fram sum ein vanligur landsstovnur, og møguliga fáa játtan til ískoyti á fíggjarlógini og ikki kappast við flutningsfyritøkurnar, ella skal Postverkið umskipast til eina sjálvstøðuga almenna fyritøku sum t.d. Apotekið, Útvarpið og Sjónvarpið, ella skal Postverkið umskipast til eitt alment partafelag eins og Føroya Tele.
Tað hevði verið áhugavert, um ein frágreiðing, ella álit, varð gjørt um teir ymisku møguleikarnar. Tað er ?in? við almennum partafeløgum, men tað týdningarmesta má verða at skipa Postverkið, soleiðis, at stjórn, leiðsla, og starvsfólk, høvdu ábyrgdina at reka stovnin sjálvstøðugt, eisini fíggjarliga, uttan eina áhaldandi uppíblanding frá landsins síðu. Nakað annað er so, at landið má vera við til at spýta í kassan, tí Postverkið er so afturúrsiglt seinastu 10-12 árini, at brúk er fyri nógvum milliónum krónum.
Men hetta arbeiðið má helst bíða, til vit hava fingið eina nýggja landsstýrissamgongu, tí hetta landsstýrið megnaði heldur ikki at semjast um eina skipan fyri Postverkið og skapa Postverkinum og starvsfólkunum tryggar og avbjóðandi karmar at virka undir!