Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 hevur landsstýrið sett pening av til at umskipa Postverk Føroya til eitt alment partafelag. Ætlanin at umskipa postverkið verður javnan havd á lofti, men nú tykist sum um, at landsstýrið ætlar at taka avgerandi stigið, og fremja ætlanina í verki.
Postverk Føroya hevur seinnu árini havt stórt rakstrarhall, og ætlanin at gera stovnin til alment partafelag er liður í at nútímansgera postverkið, so stovnurin fær betri møguleikar at venda gongdini.
Endamálið er, at Postverk Føroya í framtíðini skal rekast eftir vinnuligum fortreytum, sum skal bera seg fíggjarliga. Stjórin í Postverko Føroya, Bergur í Garði ávarar kortini ímóti ov stórum bjartskygni.
? At umleggja postverkið til eitt alment partafelag er ikki nakað universalt middel í sær sjálvum. Vit hava eitt rakstrarhall á 8-9 mio, og tað fer at krevja torførar avgerðir og broytingar fyri at venda tí. Við umleggingini fáa vit størri frælsi at taka stig, vit ikki kunnu í dag. Vit mugu eisini gera okkum greitt, at bremsilongdin er long, og hóast eina umlegging, so verður tað ikki lætt at venda gongdini, sigur Bergur í Garði.
Gomul lóggáva
Postverksstjórin tekur undir við ætlaninum hjá landsstýrinum. Hann heldur tað er ógvuliga týdningarmikið, at stovnurin verður skipaður øðrvísi í framtíðini, um rakstrarhallið skal vendast.
Postverkið arbeiðir í dag eftir eini lóg frá 1976, og síðan hava stórar broytingar verið í føroyska samfelagnum, uttan at Postverk Føroya hevur fylgt við. Bergur í Garði vísir á, at lóggávan á postverksøkinum er frá, tá føroyska samfelagið hevði lítlan og ongan infrastruktur og bygdir vóru uttan vegasamband. Tað kann ikki verða nøktandi at arbeiða undir slíkur fortreytum, sigur hann.
Bergur í Garði er sannførdur um, at rættast hevði verið at rikið postverkið eftir vinnuligum fortreytum, har stovnurin kann taka avgerðir uttan at taka politisk fyrilit.
? Stovnurin eigur í framtíðini at verða rikin á vinnuligum fortreytum, har prísirnir verða settir meira rationelt, enn teir verða í dag. Verður endaliga stigið tikið politiskt, so er týdningarmikið, at umskipanin verður gjørd ordiliga. Vit eru seinasta postverkið, ið ikki verður rikið vinnuliga, og skal ræðisrættur og ábyrgd fylgjast, so má umleggingin gerast, sigur postverksstjórin.
Samsvarar ikki
Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 stendur landið til rinda 32. mio krónur í partapeningsinnskoti í Postverk Føroya. 36 mio. krónur er settar av til íløgur, so játtanin komandi ár javnvigar ikki. Postverk Føroya er í dag niðurslitið og stórur tørvur er á íløgum, so stovnurin fer at megna at taka ímóti nýggju avbjóðingunum, sum eru fyri framman.
Á íløgusíðuni metir postverkið, at tørvur er á 18 mio. krónur til ábøtur av bygningunum kring landið. Góðar 14 mio. skulu nýtast til tekniskan umbúna, og aðrar fýra milliónir til umskipanir og íløgur.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm segði við Dimmalætting fyrr í vikuni, at hann var fullgreiðir yvir, at tølini ikki samsvara, og vísti á, at talan er bert um fyribils tøl.
Færri deildir
Í viðtalu við Dimmalætting var Bjarni Djurholm fámæltur, tá hann varð spurdur um hvørjar broytingar verða við postverkinum, nú stovnurin skal tillagast til alment partafelag.
Postverksstjórin er eisini fámæltur. Hann sigur, at væntandi verða færri deildir kring landið. Stovnurin hevur áður gjørt politiska myndugleikan varugan við ynski um færri deildir, men av politiskum áðum hevur ætlanin ikki verið møgulig at framd í verki.
Við at stovnurin sleppur úr politiska haftinum og fær størri frælsi, gevur nýggjar møguleikar . ? Verður stovnurin gjørdur til alment partafelag fer tað geva postverkinum eitt nýtt perspektiv bæði fyri kundan og sjálvan stovnin, sigur Bergur í Garði at enda.