Posturin fór retur til Danmarkar

Sambært heimasíðuni bold.dk leitar danin nú eftir nýggjum felag. Hann hevur verið í samband við fleiri lið í triðbestu donsku deildini, og er eftir øllum at døma opin fyri tí mesta.

- Eg leiti eftir einum nýggjum felag, har eg kann byrja eftir nýggjár, sigur Anders Post Jakobsen millum annað við bold.dk. Hann hevur tó ikki verið í ítøkiligum sáttmálasamráðingum enn.

Við somu heimasíðu sigur Anders Post Jakobsen eisini, at hann ikki hevur ætlanir um at leita aftur til Føroya. Men hann leggur aftrat, at hann er opin fyri øllum møguleikum, og at spælitíð er tað, sum hann raðfestir hægst í løtuni.