Meinhard er næstelstur av 4 syskjum, tó tann einasti sum er eftir av teimum sum býr á Skúvoynni. Tvey teirra, Vónbjørt og Sveinbjørn búgva í Danmark og systurin Óluva býr í Tórshavn.
Hann var skipari á Baki hjá Skipafelagnum Føroyar, tá hann sigldi sína leið til Hebridirnar, har hann møtti konu síni, sum serveraði á tí staðnum, har teir plagdu at koma at fáa sær ein bita.
Meinhard er sonur Kjartan og Súsannu Hentze, bæði úr Skúvoy.
Hann er giftur við Jessie Hentze, f. Mc Donald, úr Stornoway á Hebritunum.
Tey hava verið gift í 31 ár, og saman hava tey fýra børn. Marjun, Angela, Kjartan og Alexandur. Og har afturat hava tey trý abba- og ommubørn.
Frá tí hann var heilt ungur, hjálpti hann pápa sínum við postinum, at heinta, skilja sundur og bera hann út í bygdini. Hann hevur altíð verið ein hjálpandi hond hjá pápanum, bæði tá tað kom til post, haga og seyð.
Hann tók so yvir eftir pápa sínum, júst sum Kjartan gjørdi fyri mongum árum síðani, eftir pápa sínum. Hann hevur verið trúgvur hvønn dagin, tá posthúsið hevur verið opið. So ein kann siga, at tað er næstan blivið ein tradition at vera postmaður hjá familjuni Hentze.
Ímillum alt hetta er hann eisini handilsmaðurin í bygdini og kirkjutænari.
Hann er ein maður við fáum orðum, sum altíð hevur nógv at taka fatt í, men altíð klárur við einari hjálpandi hond.
Vit ynskja Meinhardi hjartaliga tillukku við degnum.
x.










