Høgni Hoydal
Við nýggju krøvunum í sambandi við postútbering, skulu helst heilt nógv húsarhald flyta postkassar og keypa sær nýggjan ella annað slag av postkassa.
Tí havi eg hesa áheitan á vardu verkstøðini í landinum, Postverkið og onnur, ið hava møguleikan at taka avgerð um tílíkt:
Kunnu tey vardu verkstøðini í landinum, sum framleiða so nógv annað skilagott, ikki framleiða postkassar, ið lúka nýggju krøvini?
Tað hevði verið møguleiki at gjørt eina dygdarvøru, ið lýkur krøvini til føroyska veðurlagið. Tað hevði værið kærkomin inntøka til verkstøðini. Og tað hevði verið føroysk framleiðsla til gagns fyri samfelagsbúskapin.