Tað, sum avgerandi er fyri leiðsluna í Vágatunlinum viðvíkjandi nýggju innkrevjingarskipanini er at fáa hana so bíliga í rakstri, sum gjørligt. At rokningar verða sendar við Postverkinum, har nevndarformaðurin fyri Vágatunlinum er stjóri, heldur Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunlinum, ikki vera tann stóra trupulleikan.
?Vit hava eitt postverk í Føroyum, sum tekur sær av at bera brøv út, og tað brúka vit so, sigur hann.
Men tað, sum mest umráðandi er, sigur stjórin, er tað, at hendan nýggja skipanin verður bíligari enn tann ófrívilliga skipanin, sum verið hevur, har fólk hevur staðið vakt við tunnilsmunnan dag og nátt.
Nú er stutt fráliðið, síðan nýggja innkrevjingarskipanin varð sett í verk, og hon tykist at rigga væl, sigur Dávur Reinert Hansen.
Bilarnir koyra nú allir í einum rað, og eingin bíðirøð er longur, sum seinkar teimum, sum ikki hava kubba.
Nógv taka seðil
Ført hevur verið fram, at tey, sum ikki hava kubba, kunnu sleppa undan at gjalda, tí eingin møguleiki er fyri at gjalda við sjálva støðina.
Men hesum er stjórin fyri Vágatunlinum ikki samdur við. Hann sigur, at tað verður neyvt skrásett, hvør koyrir gjøgnum tunnilin, og so verða rokningarnar sendar út. Og tað er ikki tann øgiligi munurin í mun til tað, sum verið hevur, tí rímiliga nógv teirra, sum koyrdu gjøgnum tunnilin uttan kubba, valdu at taka ein seðil við og síðani gjalda seinni.
Nýggja skipanin legur upp til, at fólk kunnu fara inn á einahvørja bensinstøð at gjalda fyri túrin, tey hava verið gjøgnum Vágatunnilin. Í øðrum lagi kunnu tey bíða, til tey hava fingið rokning sendandi.
Dávur Reinert Hansen ásannar, at tað eru ikki nógv, sum velja at fara á bensinsstøðirnar at gjalda. Men hann metir ikki, at útreiðslurnar til postgjald fara at hækka munandi í mun til tað, sum fyrr var, tí tá var tann parturin, sum valdi at taka seðilin við sær, eisini rímilig stórur.
Upplýsa
Ein annar trupulleiki, sum fleiri síggja fyri sær við hesi nýggju skipanini, eru teir útlendsku bilarnir, sum koyra gjøgnum tunnilin. Serliga verður hetta galdandi um summarið.
Um nú teir velja at bíða við gjaldinum, kann tað gerast trupult at finna teir aftur, tá teir eru farnir av aftur landinum, siga tey atfinningarsomu.
Jú, tað ásannar stjórin, men leggur dent á, at enn hevur hesin trupulleikin ikki verið tann stóri av teirri einfaldu orsøk, at tað eru fáir fremmandi bilar í landinum hesa tíðina.
?Vit leggja stóran dent á at upplýsa um hesa skipanina og fáa sagt fremmandafolki frá teimum møguleikum, sum eru at gjalda, sigur Dávur Reinert Hansen. So mugu vit bara vóna, at tað fer at bera til.
Um góðar 14 dagar eru tvey ár liðin, síðan Vágatunnilin varð latin upp fyri ferðslu, og alla hesa tíðina hevur ólag verið á gjaldskipanini. Bara kubbaskipanin hevur virkað nøktandi.
Sjálvandi hevur leiðslan eisini kent sviðan av hesum trupulleikanum, men kortiini ikki sum nakra hóttan móti teirra tilveru, sigur stjórin. Nú vónar leiðslan so, at henda nýggja skipanin fer at roynast betri, sigur hann.
Norðoyartunnilin er komin væl ávegis, og har skal so eisini ein gjaldskipan finnast. Nú verður hendan nýggja skipanin í Vágum roynd, og roynist hon væl, fer hon helst eisini at verða rúkt í Norðoyartunlinum, tá tann tíð kemur, sigur Dávur Reinert Hansen.








