Almenna partafelagið Posta hevur í dag kunngjørt roknskapin hjá felagnum í samband við aðalfund felagsins.
Talan er um jaligan lesnað hjá nevndini og eigarum, tí felagið kann vísa á eitt yvirskot á 1,2 milliónir áðrenn skatt, og eitt rakstraryvirskot á 7,7 milliónir krónur.
Ein av orsøkunum til góða úrslitið er, at sølan av tænastum vaks í 2017 samanborið við 2016.
- Samlaða sølan vaks úr 94,6 mkr upp í 96,7 mkr svarandi til ein vøkstur á góð 2%. Vøksturin er innan frakt og flutning annars, meðan sølan innan post og filateli er fallandi. Í mun til tær fortreytir, sum hava verið í 2016, er úrslitið nøktandi, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Hetta er fjórða árið á rað, at Posta hevur eitt yvirskot.
Í nevndini fyri Posta sita Andras Róin, formaður, Reidar Nónfjall, næstformaður, Jóna Olsen, Jens Peder Jensen, Sunleif Álaberg og Guðrið Højgaard.