– Posta skal ikki kappast við privatu vinnuna

– Eg haldi sum meg­­in­regla, at man skal ikki leggja seg í bein­­l­eiðis kapp­ing við privatu fel­øgini, sigur Bjarni Kára­son Petersen, land­sstýrismaður ið varðar av Posta

– Eg haldi sum meg­in­regla, at man skal ikki leggja seg í beinleiðis kapp­ing við privatu feløgini. Trup­ul­leikin er hinvegin, at tað er fortreyt fyri at Posta melur runt, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, ið varðar av almennu partafeløgunum

Tað segði Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður sum varðar av Posta, við Sosialin 17. januar í ár í sambandi við, at Posta hevði vunnið útboð um at koyra mat út til pensjónistar og millum røktarheim í Havn - í kapping við privata felagið Sp/F Petra.

 

Í dag sigur nýggi stjórin á Posta, Edvard Remberg, at Posta fer í kapping í ávísan mun við tað privata.

 

Landsstýrismaðurin segði við Sosialin 17. januar, at tað hevur verið ym­iskt, sum Posta hevur tik­ist við, sum tey ikki gera meira og nevnir tað at koyra pizza út.

 

Tað hevur verið eitt ynski hjá lands­stýr­is­mann­i­num, at Posta ikki ger slíkt.

 

Landsstýrismaðurin segði soleiðis við Sosialin:

 

– Felagið hevur tørv á at fara aftur til kjarnu­tæn­ast­una, sum er teirra høv­uðs­upp­gáva. Har er eitt sam­­skifti millum meg og nevnd­ina um, hvussu tað skal fara fram.

 

Hann sigur, at tey næstu tíð­ina fara at leggja eina stra­tegi fyri virksemi hjá Posta. Nýggjur nevnd­ar­for­mað­ur hjá Posta er Árni Ell­ef­s­en, fyrr­ver­andi banka­stjóri og grann­skoð­ari, og tað er hann, ið skal taka sær av hesum.

 

– Eg vil eisini siga, at tað er nokso keðiligt, at land­ið ikki hev­ur ein eig­ar­a­pol­i­­tikk. Tað haldi eg, man skuldi havt, sum setti nakr­ar veg­­­leið­andi regl­ur fyri tey al­mennu partafeløgini. Sjálv­­andi vælvitandi um, at tey eru øgi­liga ymisk í mun til upp­gáv­ur og hvussu kom­pleks tey eru, men at tú hevur nakr­ar meg­­inregl­ur um, at landið rek­ur virk­­semi, sum er sam­fel­ag­s­krit­iskt, men skal ikki út at kapp­ast við tað privata.

 

– Tað haldi eg, at ein eig­ar­a­politikkur átti at víst, tað hava vit eisini skrivað í sam­gongu­skjalið, sigur Bjarni Kárason Petersen.

 

Í samgonguskjalinum stend­ur soleiðis um eig­ara­politikk:

 

»Eig­ar­a­pol­i­tikk­­ur fyri al­menn­ar fyr­i­tøk­ur, grunn­ar o.a. skal sam­tykkj­ast. Pol­i­tikk­ur­in skal lýsa, um ávísar al­menn­ar fyri­tøk­ur, hvørs upp­gáv­ur eru vinn­u­lig­ar held­ur enn al­menn­ar, kunnu verða ein­skild­ar.«

 

Bjarni Kárason Petersen legg­ur dent á, at hann kenn­ir einki til júst hesa út­bjóðingina, sum Posta hev­ur vunnið í kapping við tvær privatar fyritøkur.

 

– Men generelt haldi eg, at feløgini skulu sum meg­in­regla halda seg frá at vera kapp­ing­ar­av­lag­andi. Men hin­vegin er talan um eitt parta­fel­ag, sum virkar eft­ir rokn­skp­arlóg­ini og parta­fel­ags­lógini.

 

– Tað er meira tað, at vit politiskt ikki hava á­sett ein politikk fyri, hvussu lands­part­a­fel­øg­ini skulu rekast, sig­ur hann.

 

– Kjarnuirksemið hjá Posta eru brøv og pakkar. Bløð­ini eru í minking, re­klam­ur í minking, stovnar og bankar fara út á vangan, vísir lands­stýrismaðurin á.

 

Posta rekur eisini farma­­virk­­semi, er tað í lagi?

 

– Tað er eisini fyri at fáa ein part av kakuni – og tá kunnu kapp­ing­ar­neytar hava ill­gruna um, at tað er kapp­in­garavlagandi.

 

– Er tað í ordan, at Posta kapp­ast við farmafeløgini.

 

– Eg haldi sum meg­in­regla, at man skal ikki leggja seg í beinleiðis kapp­ing við privatu feløgini. Trup­ul­leikin er hinvegin, at tað er fortreyt fyri at Posta melur runt, vísir hann á.

 

Við spyrja lands­stýr­is­mann­­in, um Posta so skal lag­ast til sítt kjarn­u­virk­semi.

 

– Nevndin hevur fingið boð frá mær um at finna út av at tillaga seg til nýggja veru­leikan, at brøv og pakk­ar eru á veg út, hvussu loft­ar man tí, soleiðis at tað ikki verð­ur belastningur hjá skatt­gjald­ar­aum og ikki í bein­leið­is kapping við privatu ak­tør­ar­nar, sigur lands­stýr­is­maðurin.

 

Seinast hendan sam­gong­an sat, var ætlanin at priv­at­i­sera Posta. Tann æt­lan­in var tá slept. Men er tað ein møguleiki í dag?

 

Tað heldur lands­stýr­is­mað­ur­in ikki.

 

– Tað er ikki aktuelt. Tað var tað tá. Men tann case'in er ikki so góð nú. Tað hevði helst verið betri at selt tá, tí út­gangsstøðið er bara versn­að síðani, heldur hann.

 

– Nú sita vit við onkrum, sum vit mugu rætta upp uppá. Og tað hava vit sett nýggj­an nevndanformann – sum dugir slíkt, at taka sær av, sigur Bjarni Kára­son Petersen.

 

– Eg haldi sum meg­in­regla, at man skal ikki leggja seg í beinleiðis kapp­ing við privatu feløgini. Trup­ul­leikin er hinvegin, at tað er fortreyt fyri at Posta melur runt, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, ið varðar av almennu partafeløgunum