Posta sigur 20 fólkum úr starvi

Posta hevur í dag sagt 20 fólkum úr starvi. Uppsagnirnar eru partur effektiviseringum, sigur leiðslan í tíðindaskrivi. Mongdin av posti er minkandi og skiftandi. Tí er neyðugt, at Posta framhaldandi tillagar seg umstøðurnar, soleiðis at dagliga virksemið er so fleksibult sum gjørligt. Uppsagnirnar í dag eru ein liður í hesum tillagingum, skrivar Sofus Clementsen, stjóri, í tíðindaskrivi.

Hann sigur annars, at tey harmast uppsagnirnar.

- Hetta eru dugnaligir og virdir starvsfelagar, og tað stendur teimum øllum í boði at søkja onnur størv á Posta, tá hesi verða leys.

- Seinastu árini eru inntøkurnar hjá Posta minkaðar nógv, og alt bendir á, at minkingin heldur fram komandi árini. Tí eru hesar broytingar neyðugar fyri at tryggja tilverugrundarlagið, sigur Sofus Clementsen.