Posta og Elektron ávara móti telduormum

Posta og Elektron ávara í dag føroyingar um, at eitt telduálop er í gongd.

 

Talan er um ein vandamiklan sonevndan ransom-ware orm. Ransom-ware eru virus, ið loypa á telduna og læsa hana. Síðani er neyðugt at rinda eitt gjald til teldusníkar, um ein vil hava atgongd til telduna aftur. Um ein ikki rindar, hevur ein mist alt innihaldið á telduni.

 

Elektron skrivar, at talan er um eitt sera avanserað virus, sum nýtir nýggjar hættir at spjaða seg. 

 

Ormurin ferðast umvegis teldupostskipanina og misnýtir millum annað búmerki hjá postverkinum í Danmark. Brúkarar fáa ein teldupost, sum boðar frá, at tey hava fingið ein pakka, sum tíverri ikki kundu avhendast, og tí verður viðkomandi biðin um at koma á posthúsið eftir pakkanum. Til tess krevst tó, at tú útfyllir eitt skjal, sum tú kanst heinta, við at trýsta á eina leinkju í teldupostinum. Tað er tá ein trýstir á leinkjuna, at ormurin fær atgongd til telduna og síðani læsir hana.

 

Elektron og Posta heita tí á fólk, um at strika teldupostin og ikki fylgja boðunum, sum standa skrivað í brævinum.