Fyri fimm árum síðani tók Posta avgerð um at lata upp terminal og skrivstovu í Kolding við navninum Posta Logistics, skrivar Posta í tíðindaskrivi.
Síðan byrjan hevur Posta Logistics havt áhaldandi vøkstur og hevur prógvað sítt virði sum ein týdningarmikil viðleikari, tá tað snýr seg um frakt í Norðuratlantsøkinum.
Við vaksandi virksemi sást skjótt, at kapasiteturin mátti økjast – bæði í vavi og í starvsfólkatali. Tí lat Posta Logistics fyrr í ár eina deild upp í Keypmannahavn.
– Har sita okkara serfrøðingar innan flogfrakt, og í Kolding sita serfrøðingar innan sjófrakt. Saman við fraktdeildini hjá Posta, tryggja vit bestu loysnina, tá tað snýr seg um frakt til og úr Føroyum, skrivar Posta í tíðindaskrivi.