Posta inn á grønlendska marknaðin

Vil gera tað lættari hjá grønlendingum at keypa vørur á netinum

Almenna føroyska partafelagið Posta flytur seg nú inn á grønlendska marknaðinum við at veita eina nýggja tænastu, ið skal gera tað lættari hjá grønlendingum at keypa vørur á netinum.


Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í morgun boðar felagið frá, at tað hevur ment eina skipan, ið skal loysa ein trupulleika, ið grønlendingar hava, tá teir vilja keypa á netinum.


- Grønlendingar keypa nógv á netinum, men hava ta avbjóðing, at fleiri nethandlar ikki senda vørur til Grønlands. Posta hevur ment eina skipan, sum ger, at grønlendingar nú kunnu keypa úr øllum Evropa og fáa vøruna senda til hús, sama hvar í Grønlandi tú býrt, skrivar Posta.


Hetta verður gjørt við, at keyparin í Grønlandi skrásetir deildina hjá Posta í Kolding sum leveringsadressu, tá keypt verður á netinum.


- Posta-appin er snúningsaksan. Ein grønlendskur netkeypari keypir vøruna og skrásetur Posta Logistics í Kolding sum leveringsadressu. Keypið verður skrásett á Posta-appini, har keyparin eisini rindar fyri flutningin til Grønlands á appini. Keyparin fylgir vøruni við appini, skrivar Posta.


Útberingin av vøruni í Grønlandi verður gjørd í samstarv við TELEPOST, og fegnast Jóel undir Leitinum, stjóri á Posta, um samstarvið við grønlendska felagið.


- Posta hevur eitt sterkt og gott samstarv við TELE-POST, og vit fegnast um at tæna grønlendsku kundunum. Fyri Posta er hetta ein liður í strategiini at vaksa um okkara marknaðir, og við deild okkara í Kolding er hetta eitt upplagt tilboð til grønlendingar, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.


Posta bjóðar hesa tænastu til fastar prísir. Sendingar til Nuuk kosta kr. 375,- og til restina av Grønlandi er prísurin kr. 495,-