Posta hevur mist 80 prosent av brøvunum

Vit vera noydd at laga okkum til veruleikan. Tað sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta. Fyrr í vikuni fór Posta undir enn eitt spariumfar, og avleiðingin av tí er, at Posta hevur skorið 11 heiltíðarstørv burtur, samstundis sum at postur ikki longur verður borin út til privatfólk fríggjadag.

 

 

Les eisini: Posta skerjir útberingina - 11 størv spard burtur

 

 

Joel undir Leitinum sigur við útvarpsrásina FM1, at fyri nøkrum árum síðani hevði Posta 11 milliónir brøv at bera út um árið, men hesi seinastu árini er talið á brøvum, minkað heili 80 prosent. Samstundis eru útlit til, at talið fer at minka enn meiri.

 

Trýst á Pílin og hoyr, hvussu Joel undir Leitinum metir støðuna, eftir hetta síðsta spariumfarið hjá almenna partafelagnum.