Posta, sum síðstu árini hevur umskipað sítt virksemi í Føroyum, letur nú eina nýggja deild upp í Kolding í Danmark.
Í hesum sambandi hevur Posta stovnað felagið Posta Logistics aps í Danmark, og í løtuni eru trý fulltíðarsett starvsfólk á nýggju deildini í Kolding.
– Tað er millum annað fyri at vit skulu vera betri kappingarfør, at vit nú lata eina deild upp í Danmark, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.
Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.










