Positivar metingar fyri listaðu feløgini

Atlantic Airways, Atlantic Petroleum og Føroya Banki kunnu vísa á góð úrslit fyri 3. ársfjórðing og fyri árið samlað, meðan Eik Banki framvegis dregist við satsingar á útlendska marknaðinum

Tað er Virðisbrævamarknaður Føroya, sum saman við øðrum hevur gjørt avtalu við íslendsku greingarfyritøkuna, IFS, um at gera greiningar av teimum fýra listaðu føroysku feløgunum, Atlantic Airways, Atlantic Petroleum umframt teimum báðum stóru bankunum, Føroya Banka og Eik Banka.
Atlantic Airways fær herðaklapp fyri góða stýring, og felagnum verður spátt sama endaúrslit sum í fjør, hóast áleið 50% minni virksemi.
»Generelt er virksemið hjá Atlantic Airways ávirkað av fíggjarligu og búskaparligu kreppuni. Hetta ger seg serliga galdandi við charter. Men eisini ferðafólkatalið á vanligu flogrutunum er minkað«, sigur IFS í greining síni.
IFS metir, at inntøkurnar hjá felagnum vera um 138 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2009, og tað er 23% minni, enn fyri sama ársfjórðing í fjør. Hartil metir IFS, at lækkingin í ferðafólkatalinum fer at halda fram.
Íslendska greiningarfyritøkan metir ársúrslitið hjá Atlantic Airways til góðar 14 milliónir krónur, og tað er ein millión minni enn í 2008.
»So hóast inntøkurnar falla nógv í 2009 hjá Atlantic Airways, so minka útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting eisini nógv, umframt at avskrivingarnar minka við 10 mió. kr. Eisini minka rentuútreiðslurnar meðan rentuinntøkurnar vaksa nógv. Alt tað tilsamans ger at IFS metir at úrslitið hjá Atlantic Airways í 2009 verður á leið tað sama sum í 2008, hóast væl minni virksemi«, skrivar IFS í greining síni.
Atlantic Airways hevur ein sterkan javna við einum solvensi á 50%.

Avlop í 2010
IFS hevur bert árligar metingar fyri Atlantic Petroleum, og hetta kemst av, at inntøkusíðan hjá oljufelagnum er so nýggj.
»IFS metir eina inntøku á 253 mió. kr. fyri 2009. Hetta er eitt sindur minni enn teirra síðsta meting, og er tað orsakað av at metingin fyri framleiðsluna er lækkað meira enn oljuprísurin er hækkaður. IFS metir nú ein miðal prís fyri oljuna á 64 $ fyri eina tunnu, samanborið við ein miðal oljuprís á 53 $ tunnununa í teirri síðstu meting. Framleiðslan hinvegin er lækkað til 720.000 tunnur fyri 2009, samanborið við 850.000 í teirra síðstu meting«, sigur IFS í greining síni.
Mest áhugavert er tó, at hóast greiningarfyritøkan metir Atlantic Petroleum at fáa eitt hall í ár á 35 milliónir krónur, so væntar IFS, at felagið fær eitt avlop í næsta ár eftir skatt á 32 milliónir krónur.
Skoytt verður upp í, at greiningin er gjørd áðrenn Atlantic Petroleum kunngjørdi, at øll partabrøvini í útboði eru seld við kapitalhækkanina. Hetta gevur felagnum 188 milliónir krónur meiri í partapeningi, og tað broytir sjálvandi arbeiðsfortreytirnar hjá Atlantic Petroleum.

Varðveitir ratingina
Tá talan er um Føroya Banka sigur IFS, at kjarnan hjá bankanum eru inntøkurnar frá av vanliga bankavirkseminum.
»IFS metir at netto rentuinntøkurnar verða góðar 102 milliónir krónur í 3. ársfjórðingi 2009 og er hetta væl meira (18,4%) enn fyri sama ársfjórðing 2008«, sigur greiningarfyritøkan.
Somuleiðis verður mett, at rentumarginalurin hjá Føroya Banka er 5,5% fyri alt 2009. Avsetingarnar verða mettar til 90 milliónir krónur fyri 2009, og tað er áleið tað sama sum í 2008.
»Av hesum metir IFS at 17 milliónir krónur eru fyri 3. ársfjórðing.?IFS metir, at úrslitið hjá Føroya Banka fyri 3. ársfjórðing verður góðar 35 milliónir krónur eftir skatt.?Fyri alt 2009 metir IFS eitt úrslit á 134 milliónir krónur«, sigur greiningarfyritøkan.
IFS vísur á, at Moody’s hevur staðfest somu kreditrating til Føroya Banka, har Moody’s fyri fleiri danskar bankar hevur lækkað kreditratingina.
»Føroya Banki hevur gjørt íløgur í tryggingarfelag í Íslandi. Men væntandi kemur tað ikki at síggjast aftur í roknskapinum fyrr enn næsta ár. Eftir at Føroya Banki hevur fingið lán úr bankapakka 2 er solvensurin komin upp á 25,2%. IFS metir, at tað er óneyðugt at hava ein so høgan solvens, men heldur orsøkina til at Føroya Banki ynskir hetta er, at møguleikarnar at bjóða uppá danskan banka gerast væl betri«, sigur IFS í sínari greining av Føroya Banka.

Eik stríðist
Fjórða listaða føroyska fyritøkan er Eik Banki, sum longu hevur kunngjørt sín roknskap fyri triðja ársfjórðing 2009.
IFS metti, at bankin fór at kunngera eitt hall á knappar 20 milliónir eftir skatt, men roknskapurin vísti eitt nakað størri hall, góðar 30 milliónir.
Hetta hevur eisini fingið Eik Banka at niðurjustera metingarnar fyri 2009 soleiðis, at samlaða úrslitið fyri árið verður eitt hall á 150 milliónir krónur.
Bankin sigur, at tað eru serliga ótryggu viðurskiftini á danska fastognar marknaðinum, sum eru orsøkin til framhaldandi hallið í roknskapinum. Hinvegin fegnast bankin um, at inntøkurnar av rentum og avgjøldum nú aftur er komið á sama støði, sum fyri einum ári síðani.
Roknskalpurin hjá Eik Banka vísir eitt hall fyri fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar á knappar 100 milliónir krónur, og tað er fyrst og fremst altjóða fíggjarkreppan, ið er høvuðsorsøkin við teimum avleiðingum, hetta hevur havt fyri serliga dóttirbankan í Danmark.
Hinvegin hevur Eik Bank Danmark og Eik Banki í Føroyum upptikið lán úr Bankapakka II, og hetta hevur styrkt um støðuna hjá bankanum. Hetta hevur kortini eisini merkt avsetingar móti tapi hjá øðrum bankum, har allir lántakarar í Bankapakka II hefta solidariskt.
Eik Banki hevur betri vónir fyri 2010.