Positiv áheitan

Formaðurin í ÍSF, Heðin Mortensen, tekur tað sum eina positiva áheitan á felagið, at fólk gera vart við vantandi endurskinini á ítróttardraktunum

Fer at heita á feløgini
- Eg fari alt fyri eitt at heita á tey ymsu feløgini, um at hava ferðslutrygdina í huga, tá draktirnar verða útflýggjaðar, sigur Heðin Mortensen, men minnir samstundis á, at øll eiga at kenna sær ábyrgd av, at endurskin eru á klæðunum, so tey eru sjónlig á gøtunum í myrkri.
Heðin ivast eisini í, hvør besta loysnin er. Áseymaðu endurskinini kámast ofta nógv á klæðum, sum verða nógv vaskað, og gera í nógvum førum lítla nyttu, sum frá líður. Tí kunnu tey lætt blíva ein falskur tryggleiki, heldur hann.
- Men tað skal ikki verða nøkur umbering fyri at lata standa til. Eg kundi til dømis ímyndað mær, at feløgini keyptu armbondsendurskin inn, sum vórðu útflyggjað saman við draktunum, ella í øllum førum vórðu tøk, tá tørvur varð á teimum, sigur Heðin Mortensen.