Tað er BBC, sum í dag veit at siga, at portugisiski landsliðsmiðverjin, sum í oktober í fjør vitjaði í Føroyum við portugisisku evropameistarunum, José Fonte, vil skifta felag. Sum skilst hevur leikarin sagt nei til at leingja um sáttmálan við núverandi felagi sínum, enska Southampton.
- Tað hevur staðið Fonte í boði at betra um sáttmála sín, men hann hevur takkað nei. Hann hevur gjørt Southampton greitt, at hann vil sleppa at royna okkurt nýttt, sigur ítróttarstjórin í Southampton, Les Reed, við BBC.
Bretskir miðlar vilja vera við, at José Fonte er farin so langt sum at givið felagnum eina formliga umbøn um at skifta felag. Søgur byrjaðu at ganga í summar um, at Manchester United vildi keypa Fonte til miðverjuna, men tá varð sýtt Fonte, ið eisini er liðskipari hjá Southampton, at skifta felag.
Hin 33 ára gamli José Fonte spældi allar 90 minuttirnar í miðverjuni saman við Pepe, tá ið Portugal avbardi føroyska landsliðið og vann 6-0 hin 10. oktober í fjør. Eisini var hann fastur fúsur í miðverjuni, tá ið Portugal vann EM í summar.