Tað bendir meiri og meiri á tað borðið, at tað í 2024 verður sunnudagsfótbóltur undir Mýruhjalla.
Skála tók í dag enn eitt stórt stig fram ímóti plássi í bestu deildini.
Skála var gestur hjá HB í Gundadali, og favorittarnir fóru til hús við trivaligum 5-1 sigri.
Hálvleiksstøðan var 1-0 til Skála. Málið í fyrra hálvleiki skoraði Meinhard Janusarson í 19. minutti. Hetta var 9. málið hjá honum í næstbestu deildini í ár.
Hóast talan var um stórsigur til Skála, so var tað, inntil tað restaðu seks minuttir einki, sum bendi á, at tað fór at enda soleiðis.
Jógvan Elmarsson Ósá javnaði til 1-1 í 71. minutti. Hetta var fyrsta málið hjá honum í næstbestu deildini í ár, og HB helt tørn um javnleikin, inntil tað restaðu seks minuttir. Tá legði Markus Isaksen Skála á odda 2-1. Hetta var annað málið hjá 17 ára gamli Markus Isaksen í 1. deild. Og so gekk tað skjótt.
Tveir minuttir seinni økti Carlos Ferreira úr Portugal um leiðsluna til 3-1, og tríggjar minuttir seinni økti sama maður um leiðsluna til 4-1. Hann er nú toppskjútti á Skála við 11 málum og er eitt mál frá máltindinum. Tá ið klokkan var farin meiri enn tveir minuttir út um vanligu leiktíðina var tað Bjarti Thorleifsson, sum staðfesti 5-1 sigurin. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 19 ára gamli Bjarti Thorleisson var málskjútti í næstbestu deildini, har hann í dag, sambært faroesoccer.com, var á liðnum hjåa barndómsfelagnum fyri 30. ferð.
Skála er greitt topplið við 46 stigum, og HB er á sætta plássi við 21 stigum.
Leygardagin fær Skála vitjan av FC Hoyvík, og fríggjakvøldið fer HB inn á Svangaskarð at spæla ímóti B68.