Almenn starvsfólk, løgreglumenn og fyrrverandi hermenn í tíggjutúsundatali gingu í gjár mótmælisgongu í portugisiska høvuðsstaðnum Lissabon, har tey mótmæltu teimum sparingun og skattahækkingum, sum eru í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012.
Portugisiska stjórnin samtykti fíggjarlógaruppskotið fyrradagin. Uppskotið skerjir rættindini hjá almennum starvsfólki í sambandi við farloyvi og annað, samstundis sum meirvirðisgjaldið á summum vørum hækkar, og summar almennar tænastur verða dýrari. Frammanundan hava politikararnir samtykt at lækka lønirnar.
Tann endaliga atkvøðugreiðslan um fíggjarlógina verður tann 29. november, og fakfeløgini hava boðað frá aðalverkfalli tann 24. fyri at mótmæla sparingunum og skattahækkingunum.










