Portugal hevur fingið 78 milliardir evrur frá Evropasamveldinum og Altjóða Gjaldoyragrunninum, men nú siga tíðindi úr Lissabon, at tað er ikki nóg mikið.
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Carlos Pina, sum gjørdi ta upprunaligu avtaluna við ES og IMF, sigur, at ríkiskassin hevur tørv á 25 milliardum evrum afturat.
Fleiri búskaparfrøðingar eru samdir við fyrrverandi ráðharranum. Teir siga, at avtalan um tær 78 milliardir evrurnar var treytað av, at Portugal fór at fáa hjálp frá altjóða fíggjarmarknaðum, men tað er ikki hent. Tí tørvar landinum meiri hjálp, siga búskaparfrøðingarnir.