Portugal satsar nógv uppá elbilar

Stjórnin samstarvar við Renault og Nissan Um trý ár verður tað møguligt at koyra runt alt Portugal við einum elbili. Saman við tveimum kendum bilframleiðarum hevur portugisiska stjórnin lagt eina semju fram, har portugisiska stjórnin bindur seg til byggja 1300 uppladingarstøðir kring alt Portugal.

Júst møguleikin fyri at kunna lada upp elbilin er av stórum týdningi, um elbilar skulu kunna standa seg í kappingini við vanligu bilarnar, sum koyra uppá bensin og olju. Bilframleiðarnir sum samstarva við portugisisku stjórnina um hesa verkætlanina, eru franska verksmiðjan, Renault, og japanska verksmiðjan, Nissan. Í 2011 er so ætlanin, at Portugal skal verða undangonguland innan elbilar.