Portsmouth aftur selt

Tað er bara ein mánaður síðani, at Sulaiman al-Fahim keypti meirilutan í enska Portsmouth, men longu nú stendru nýtt eigaraskifti fyri framman. Ætlandi skuldi al-Fahim tilføra felagnum góðar 400 milliónir krónur, men hetta er ikki hent, og í løtuni er felagið í vanda fyri at fara í gjaldssteðg. Alt bendir á, at Ali al-Faraj verður nýggjru eigari av felagnum, og sum skilst stendur hann til reiðar at útvega felagnum neyðuga gjaldførið.