»Portrettið« eftir Jóanes Nielsen á Tjóðpallinum

Tríggir toppar á søguligum botni: Hvat hevði hent, um Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen hittust í Klaksvík, meðan læknastríðið leikaði harðast á?

Jóanes Nielsen hevur skrivað leikin, sum verður frumsýndur á Tjóðpallinum leygardagin 13. november

»Portrettið« er eitt absurd, skemtiligt og surrealistiskt ævintýr – men við søguligum botni – pallsett og fortalt gjøgnum eyguni hjá Mikinesmálaranum. Ein ferð í ongamannalandi, har dreymarnir ferðast frítt, og tíðin er upployst. Millum himmal og jørð, list og vinnulív, fortíð og framtíð, skemt, álvara, lív og deyða. 

 

Í nýskrivaða leikinum hjá Jóanes Nielsen uppliva vit tríggjar mastodontar innan føroyskt vinnu-, átrúnaðar- og mentanarlív frá einum heilt nýggjum og óvanligum sjónarhorni. Leikurin fer fram í spenninum millum tað søguliga og heilt konkreta – Klaksvík undir Læknastríðnum í 1955 – og tíðarleysar, eksistentiellar spurningar og djúpar loynidómar. Eins og Jóanes Nielsen ger við søgugongd, karakterir og hendingar, verður alt vent á høvdið, og fysiskar lógir upphevaðar í pallmyndini hjá Edward Fuglø.

 

##med2##

 

Leikarar eru Hans Tórgarð, Nicolaj Falck og Hjálmar Dam sum ávikavist Kjølbro, Mikines og Victor Danielsen, umframt Kristina Sundar Hansen og Annfinnur Heinesen. Íslendski leikstjórin Guðjón Pedersen er vælkendur á Tjóðpallinum og hevur áður leikstjórnað »Aftan á undrið« eftir Jóanes Nielsen, »Kirsiberjagarðurin« eftir Tjekhov og »Breaking the Waves« eftir Lars von Trier. 

 

Portrettið verður frumsýndur á Tjóðpallinum leygardagin 13. november. Hetta er fjórði leikurin hjá Jóanes Nielsen á Meiarínum. Hinir eru »Eitur nakað land Weekend?« (Gríma 2001), »Aftaná undrið« (Tjóðpallurin 2009) og »Havfrúgvin« (Tjóðpallurin 2016).

 

##med3##

 

Video: Leikstjórin og senografurin

 

Video: Jóanes Nielsen

 

Leikrit: Jóanes Nielsen

 

Leikstjóri: Guðjón Pedersen

 

Pallmynd: Edward Fuglø

 

Ljóssetan: Turpin Napoleon Djurhuus

 

Marionettir: Rakel Helmsdal

 

Video: Jónfinn Stenberg

 

Leikarar: Hans TórgarðHjálmar DamNicolaj FalckKristina Sundar Hansen og Annfinnur Heinesen

 

Jóanes Nielsen hevur skrivað leikin, sum verður frumsýndur á Tjóðpallinum leygardagin 13. november

»Portrettið« er eitt absurd, skemtiligt og surrealistiskt ævintýr - men við søguligum botni - pallsett og fortalt gjøgnum eyguni hjá Mikinesmálaranum

Íslendski leikstjórin Guðjón Pedersen er vælkendur á Tjóðpallinum og hevur áður leikstjórnað "Aftaná undrið" eftir Jóanes Nielsen, "Kirsiberjagarðurin" eftir Tjekhov og "Breaking the Waves" eftir Lars von Trier.