Øl
Tað eru ikki bara írar, sum duga at gera myrkt øl til grønar oyggjar. Tað vilja tey hjá Føroya Bjór í øllum førum ikki lata um seg ganga, og tí eru tey nú komin á marknaðin við eini nýggjari øl.
- Eg skal ikki siga, at talan er um eina spildurnýggja øl, men heldur ein menning av portaranum, sum vit hava havt hampuliga leingi, sigur Heini Waag á Føroya Bjór.
- Vit hildu, at gamli portarin trongdi til at verða peppaður nakað upp, og tað hava vit so roynt at gjørt við hesum. Smakkurin á hesari ølini er ikki heilt so beiskur, sum hann var á portaranum. Fyrstu fløskurnar eru longu tappaðar, men tær hava so etiketturnar hjá gamla portaranum á. Men tað verður so broytt, næstu ferð vit tappa, sigur hann.
Góður eftirsmakkur
Stout-ølið er annars nakað, sum serliga bretar og írar eru kendir fyri. Ikki minst hevur Guinness seinastu 20 árini vunnið frama kring allan heimin, og sæð burtur frá Føroyum, so er neyvan eitt land í heiminum, har tú ikki kanst fara á eina írska pub at fáa tær smakk av myrka løgnum.
Guinnes er tó langt ífrá einasta stout-ølin, sum verður framleidd, men hon kann helst væl nýtast sum sammetingargrundarlag. Og tað kann alt fyri eitt sigast, at nýggja ølið hjá Føroya Bjór stendur einki aftanfyri kenda írska merkið.
Sjálvandi verður fyllan í skúminum ikki heilt tann sama við vanligari kolsýru, har Guinness eisini nýtir køvievni, men smakkurin er ógvuliga líkur. Ein bleyt øl við einum góðum eftirsmakki, sum í nógvar mátar er heldur sjáldsamur fyri føroyskt øl.
Royndarsmakking
Fríggjakvøldið fáa øl-svangir føroyingar so eisini høvi at royndarsmakka nýggja ølið hjá Føroya Bjór. Hetta verður gjørt á Rex í Havn, sum hevur fyrireikað eitt serligt smakki-kvøld.
Tað verður gjørt á tann hátt, at atgongumerkini hetta kvøldið kosta 100 krónur, men at tey vitjandi aftur fyri hetta samstundis hava keypt sær fimm ymiskar øl. Eina Black Sheep, eina Slupp, eina Classic, ein veðr og so sjálvandi eisini eina Green Islands Stout. Ella skuldi heitið kanska verið ein myrkamorreyður veðrur.