Portalurin nógv mest vitjaða heimasíða

Portalurin hevði 673.989 brúkarar í síðstu viku, meðan Vágaportalurin hevði 106.656. Tað vísa tøl frá www.statcounter.com

Vágaportalurin hevur seinastu tíðina gjørt nógv burtur úr sínum hagtølum um vitjanir, sum hann hevur sambært síðuni hjá www.statcounter.com

Portalurin hevur síni hagtøl á vevmátingarlistanum hjá Gallup. Stóri munurin millum hesar báðar skipanir er, at meðan listin hjá Gallup nullstillar skipanina eina ferð um vikuna, so nullstillar statcounter einaferð um dagin. Tað merkir, at um ein brúkari er á Portalinum hvønn dag í eina viku, so telur hann bara við eina ferð. Er hann somuleiðis á Vágaportalinum eina ferð um dagin í eina viku, so telur hann við sjey ferðir.

Tí kunnu vit ikki bera saman tøl í tveimum ymsum skipanum, sum til dømis www.statcounter.com og vevmátingarlistan hjá Gallup.

Portalurin hevur fyri at samanbera skrásett seg hjá statcounter.com, og tey tølini vísa eitt nú fyri síðstu viku, at meðan Portalurin sambært Gallup hevði slakar 79.000 brúkarar, so hevði hann sambært statcounter.com 673.989 brúkarar í mun til Vágaportalin, sum sama tíðarskeið sigur seg hava sett met við 106.656 brúkarum.

Um vit bera saman tølini hjá Portalinum á www.statcounter.com við íslendska www.veflistinn.is, so er Portalurin langt framman fyri Morgunblaðið, sum sambært www.veflistinn.is hevur 378.624 brúkarar. Og bera vit saman tølini fyri Portalin á www.statcounter.com við danska listan hjá www.fdim.dk (Foreningen af danske interaktive medier), so kappaðust vit við Danmarks Radio, dr.dk, um sætta pássið á listanum.

Hetta vísir bert, at tað ber als ikki til at samanbera tøl úr ymsum skipanum. Um vit skulu samanbera tvær heimasíður, so muga tað sjálvandi verða somu tøl, sum verða samanborin, og tey vísa, at meðan Vágaportalurin sigur seg hava havt 106.656 brúkarar hjá statcounther.com í síðstu viku, so hevur Portalurin havt 673.989 brúkarar sama tíðarskeið, og er soleiðis nógv mest vitjaða føroyaska heimasíða.

Hetta er síðan fyri portal.fo, her kunnu øll, ið hava áhuga síggja tølini

statcounter.com/p8147504/summary/

Sí eisini vevmátingarlistan hjá Gallup