Portalurin hevur nú fingið nýggjan ham. Sniðið er broytt, so allar tíðindasíðurinar og nummar.fo eru lagdar saman í eina skipan. Gamla skipanin var blivin gomul og ótíðarhóskandi til krøvini, sum nú verða sett internetinum.
Umframt nýggja backend-skipan, so fara nógvar nýggjar funkur at koma á Portalin, eitt nú kemur Portalurin at vera gjørdur klárur til smartphone og tablet í næstu.
Møguleikarnir við myndum og video til greinarnar verða nú munandi bøttir, eins og tað nú ber til at leinkja saman ymsar hóskandi greinar.
Vit vænta vóna, at umleggingin kann fram uttan trupulleikar.










