Umleið klokkan 14 seinnapartin í dag fór Portalurin í svart, og hann fekst ikki í gongd aftur fyrr enn um 21 tíðina í kvøld.
Trupulleikin var, at ein servari á Føroya Tele slóknaði. Tað tók fólki hjá Føroya Tele fleiri tímar at fáa servaran at koyra aftur, og nú virkar Portalurin aftur sum vant.