Ársroknskapurin fyri 2020 hjá P/F Knassum (Portal.fo), sum í dag er kunngjørdur á roknskaparsíðuni vinnuvitan.biz, vísir eitt hall upp á 4.796.000 krónur.
Bruttovinningurin er fallin úr 3,6 milliónum krónum til 2,5 milliónir krónur.
Starvsfólkakostnaðurin er hækkaður nakað úr 2,4 til 2,7 milliónir krónur.
Avskrivingarnar hjá felagnum eru vaksnar munandi úr góðari hálvari millión til næstan hálvafimtu millión krónur. Tað gevur felagnum eitt hall upp á 4,8 milliónir krónur seinasta roknskaparár.
Felagið hevur ligið tungt í sjónum, síðani tað keypti portal.fo frá Føroya Tele í 2013. Samlaða hallið síðani tá er góðar sjey milliónir krónur.
Eginogn felagsins er negativ við 5,95 milliónum krónum, og hon hevur verið negativ, síðani felagið keypti portal.fo í 2013.
Felagið hevur eisini havt stóra skuld síðani 2013, tá hon var 5,8 milliónir krónur. Felagið rindar ikki niður upp á skuldina, sum síðani tá er vaksin við trimum milliónum krónum til 8,5 milliónir krónur.
Leiðsla felagsins skrivar í ársfrágreiðingini, at hon er kunnug við grein 119 í vinnufelagslógini um krøvini til at endurvinna eginpeningin. Og skrivar víðari soleiðis:
»Leiðslan er ikki nøgd við gongdina og hevur framt umfatandi tillagingar til tess at spara útreiðslur og effektivisera raksturin. Avtalur við peningaognarar viðvíkjandi gjaldstreytum skulu gerast í komandi roknskaparári. Rakstrarætlan er gjørd, ið vísir væntað nettoavlop í komandi rakstrarári. Leiðslan væntar, at við verandi treytum frá ognarum felagsins, kann virksemið halda fram.
– Leiðslan metir tí útlit verða fyri einum lønandi rakstri hjá felagnum í framtíðini og tískil at endurvinna eginpeningin við avlopi frá rakstri komandi árini. Leiðslan metir, at hesi viðurskifti koma í rættlag. Við støði í hesum verður ársroknskapurin gjørdur við framhaldandi rakstri fyri eyga.
– Felagið hevur havt hall undanfarnu árini, og hevur mist sín innskotspening. Við um- og nýskipanum roknar leiðslan við lønandi rakstri, øktum soliditeti og gjaldføri komandi árini, soleiðis at eginognin verður endurreist, og tí verður ársfrásøgnin gjørd við framhaldandi rakstri fyri eyga.
– Felagið hevur í undanfarnum árum innroknað goodwill við einum roknskaparligum virðið pr. 28.02.2021 á 3,7 mió. kr. Orsakað av rakstrarligu gongdini í undanfarnum árum er nýggj virðismeting gjørd av goodwill. Goodwill er í hesum sambandi virðisásett til 0 mió. kr.
Lidnar menningarverkætlanir eru virðisásettar til 0,7 mio. kr. Virðisásetingin av menningarverkætlanunum og útsettari skattaáogn er treytað av, hvussu lønsemið verður í framtíðini«.
Í roknskapinum undir »going concern« verður sagt soleiðis:
»Rakstrarætlan er gjørd, ið vísir væntað nettoavlop í komandi roknskaparári. Leiðslan væntar, at við verandi treytum frá ognarum felagsins, kann virksemið halda fram. Við støði í hesum verður ársroknskapurin gjørdur við framhaldandi rakstri fyri eyga.«
Hetta er orðarætt sama orðing, sum felagið hevur skrivað nógv tey seinastu árini, og meðan hendan orðingin hevur staðið í roknskapinum, hevur samlaða hallið verið góðar 7,3 milliónir krónur.
Helst hevur felagið góða avtalu við lánsveitaran, sum er móðurfelagið P/F Varðin í Gøtu. Tí sambært roknskapinum, so rindar felagið ikki niður upp á skuldina til P/F Varðan, og sambært roknskapinum fella 0 krónur til gjaldingar av skuldini næstu fimm árini.
Hóast hallið hjá portal.fo ávirkar reiðaríið í Gøtu negativt, so hevur tað valla so stóran týdning fyri P/F Varðan. Tí P/F Varðin hevur eina eginogn upp á 1,5 milliardir krónur ella 1.492 milliónir krónur.
Tað eru bara fimm partafeløg í Føroyum, sum eiga størri ognir enn P/F Varðin í Gøtu.
Tey fimm eru hesi:
1. P/F Bakkafrost: 8,7 milliardir krónur
2. P/F Betri: 3,5 milliardir krónur
3. P/F Ognarfelag Tryggingartakaranna: 3,5 milliardir krónur
4. P/F BankNordik: 2,2 milliardir krónur
5. P/F Betri Banki: 1,8 milliardir krónur
Síðani kemur P/F Varðin við eini eginogn upp á 1,5 milliardir krónur.