tíðindi
Seinasti vevmátingarlistin hjá Gallup man vera ein dyggilig staðfesting av, at flúgvilíkindini í Vágum mundi vera tað, sum upptók flestu føroyingar um vikuskiftið.
Í øllum førum sló portalurin hjá Føroya Tele so ruddiliga sítt egna met. Portalurin hevur støðugt verið langt ovasta heimasíðan á listanum, tá vikuligu uppgerðirnar hava verið at sæð. Tvær tær seinastu vikurnar hevur sýnda síðutalið enntá sníkt sum upp um milliónina, men tað var lítið av miklum, sæð í mun til seinastu vikuna.
Ikki færri enn 1.328.054 sýndar síður hevði portalurin, og tað eru 22,7% fleiri, enn talið var í ólavsøkuvikuni, sum altso bert var met-vika í eina viku.
Fleiri mjørka-met
Tað kunnu sjálvandi vera nógvar orsøkir til somikið góða vitjan á portalinum, men verður hugt at øðrum síðum, so er lítið at ivast í, at veðrið og Summarfestivalurin áttu sína heilt stóru orsøk í hesum. Planet.fo er hesa vikuna á øðrum plássi, og við 189.210 sýndum síðum var eisini hon so langt oman fyri tað, sum hevur verið vanligt fyri annars sera væl vitjaðu heimasíðuna.
Og somu ábendingar eru at síggja á nordlysid.fo. Heimasíðan hjá lokala blaðnum í Klaksvík var sera væl vitjað, og við 123.573 sýndum síðum var hon trið best vitjaða síðan í vikuni. Og so kann eisini nevnast, at heimasíðan hjá flogvøllinum so ruddiliga eisini sló síni met. Her vóru tey vitjandi 21.482 í tali, og lítið er at ivast í, at tey nógvu av hesum nýttu funkuna við vevmyndum, soleiðis at tey við egnum eygum kundu síggja, hvørt tað hevði hug at klárna ella ikki á flogvøllinum.










