Amerikansku Tesla elbilarnir eru kendir fyri at hava nógvar hestakreftir og eru eins kvikir og teir týsku Porsche.
Hetta fer Porsche nú at gera nakað við. Á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt í september 2015 sýndu teir fram elbilin Porsche Mission E Concept, sum er tann fyrsti elbilurin hjá Porsche.
Porsche Mission E Concept hevur tveir elmotorar við tilsamans 600 hk og koyrir frá 0-100 km/h upp á undir 3,5 sekund. Bilurin koyrir 500 km upp á eina løðing, og upp á einans 15 minuttir kann hann løðast til 80 prosent av samlaða kapasitetinum, sum er nokk til umleið 400 kilometrar. Battaríið er 800 volt.
Bilurin hevur fýra hurðar og fýra sitipláss. Eftir ætlan kemur Porsche Mission E á marknaðin í 2020.