Porosjenko tikin í eið

Nývaldi forsetin í Ukraina, Petro Porosjenko, varð fyrrapartin tikin í eið sum landsins forseti.

Umboð úr fleiri londum vóru hjástødd undir hátíðarhaldinum, teira millum amerikanski varaforsetin, Joe Biden.

 

Í sínari setanarrøðu segði tann 48 ára gamli forsetin, at hansara mál er at útvega fólkinum trygd og samanhald. Hann segði, at hann vil hvørki hava stríð ella hevnd, men legði afturat, at hann hevur gjørt russar varugar við, at Krim eigur at verða verandi partur av Ukraina.

 

Porosjenko hevði í gjár ein stuttan fund við russiska forsetan, Vladimir Putin, í Norðurfraklandi. Aftaná kunngjørdi skrivstovan hjá franska forsetanum, at teir báðir vóru samdir um at virka fyri vápnahvíld har eysturi í Ukraina.