Pornoinnrás í Havn

Á 970 ára minnishátíð fyri Ólavi hinum heilaga, Noregs kongi, verður høvuðsstaðurin fyri pornoinnrás úr grannalandinum Danmark. Tá koma Mona, Mille, Trine og Max øll til Føroya at blaka klæðini framman fyri ólavsøkugestunum í fýra dagar á rað

Um kanska forkunnugt ikki er tað rætta orðið, so er tað í hvussu er ikki dagligur kostur hjá føroyingum at hava møguleika at fara til striptease.

Men á alsamt nærkandi tjóðarhátíð okkara vera ikki minni enn tvey støð í Havnini, har stripparar vísa síni kynstur og nakað afturat.

Tað eru danskir stripparar, ið koma hendanvegin, tí hendan vinnugrein hevur ikki rættiliga sligið ígjøgnum í Føroyum, og tí er tað ikki so vanligt at føroyingar strippa.

Tó so, tað er ikki meira óvanligt og ótespiligt enn at tað finnst eitt føroyskt orð fyri hugtakinum striptease, nevniliga »nektardansur«.

Men hetta heldur óskyldiga føroyska orðið, verður ikki brúkt nú bæði Club 20 og Kaggin kappast um at lýsa mest og best við sínum erotisku íslettum í ólavsøkuna.

Kaggin lýsir við "Erotiskum dansi - Striptease við internationalu wetgirls Monu & Mille" og "Annarleiðis borðservering", sum tað eitur í lýsingunum.

Club 20 lýsir við "Donsku Trine, ið kann annað enn bert at dansa..." og "Væltrimmaða hanndýrinum Max til tey kræsnu føroysku konufólkini".

Jú, føroyingar hava bókstaviliga sagt fingið aðrar reyvar at láta í á ólavsøku farnu árini.