Porno gav mær frælsi

Hon orkar ikki fyri tí borgarliga lívinum, og tí valdi hon at gerast pornostjørna. Um vikuskiftið vitjra fyrrverandi heimskenda pornostjørnan, Katja Kean, í Føroyum

Í Føroyum er ikki loyvt at selja pornografiskan lesnað ella filmar. Kortini bendir nógv á, at føroyingar kennast við navnið Katja Kean.
Katja Kean varð fødd á Frederiksberg í 1968. Hon vaks upp í Avedøre í sjeyti- og áttatiárunum, og sum 27 ára gomul gjørdi hon av at royna seg í pornofilmi. Í sjálvævisøguni, sum varð nógv umrødd og seld í Danmark fyri smáum tveimum árum síðani, greiðir Katja Kean frá, at hon undir upptøkunum av fyrsta pornofilminum í Malmø í 1996 varð doypt fyri aðru ferð.
Navnið, Katja Kean, varð eitt navn, sum skuldi koma at ekkóa innan pornovinnuna nógvu næstu árini. Við rúkandi ferð vann hon seg fram millum fremstu pornomodellir í heiminum, og hennara avrik á filmi vóru rættiliga væl umtókt millum tey, sum hava áhugað fyri slíkum filmum.
Kortini gjørdist lívsleiðin sum pornomodell stokutt, og í 2000 gjørdi hon av at gevast. Í dag er Katja Kean mest kend sum skrivstovukvinnan, Lisa, í væl umtokti sendirøðini, Langt fra Las Vegas.
Um vikuskiftið vitjar Katja Kean oyggjarnar. Fríggjakvøldið skal hon verða gestabarrvørur á Eclipse, og um vikuskiftið er ætlanin, at hon skal ferðast runt oyggjarnar, so hvør veit um ikki onkur gamal drongur á bygd fer at renna seg inn í sín lívs kærleika ein av døgunum.

Søkir avbjóðingar
-Eg havi ongantíð veruliga hvílt í mær sjálvum og eg leitaði altíð eftir nýggjum avbjóðingum. Í 1996 hevði eg hug at royna meg í einum nýggjum umhvørvi, og tað varð so innan pornoídnaðin, svarar Katja Kean, tá hon verður spurd, hvør orsøkin var, at hon valdi at royna seg sum pornomodell
Hon greiðir frá, at hon ongantíð hevði ætlanir um at verða partur av einum vanligum borgarligum lívi, tí tað borgarliga lívið er ein avmarking av møguleikum, sum lívið hevur at bjóða
-At liva sum pornostjørna gav eitt ávíst frælsi frá tí vanliga lívinum. Eg slapp at ferðast, liva lívið og vinna eina rúgvu av peningi, greiðir Katja Kean frá.
Millum manna eru skoðsmálini til fólk, sum arbeiða innan pornoídnaðin alt annað enn góð. Í sjálvævisøguni greiðir Katja Kean frá, at hon heldur at fólk eiga at verða tollynt, tá tað kemur til pornoídnaðin.
-Tað eru ein rúgva av fordómur um fólk í pornoídnaðinum. Porno verður av fleiri framvegis mett at verða hálvgum kriminelt. Í mínum føri setti eg eitt mark alt fyri eitt og eg kom tískil ongantíð í óførið. Eg vil ikki beinleiðis verja vinnuna, men eg eri so eitt dømi um at tú kanst vera í vinnuni, uttan at taka skaða av tí, vísir Katja Kean á.

Steðgar á tindinum
Eftir 30 pornofilmar og fleiri heiðurslønir fyri síni avrik á lakinum gevst Katja Kean brádliga í 2000 í pornovinnuni. Hon kennir tað seg hava rokkið sín mál innan pornovinnuna. Innan góð trý ár, vinnur Katja Kean seg fram millum fremstu pornostjørnurnar í heiminum og tá hon kemur á tindin, tímir hon ikki meir
-Lívið sum pornostjørna var ikki spennadi longur for. Eg setti mær nøkur mál og tey rakk eg. Áhugin fyri porno var eisini dalandi og tí gavst eg, sigur hon
Lívið sum pornostjørna hevur Katja Kean lagt aftur um seg. Spurd um hon angrar, at hon gjørdi av at gerast pornostjørna, svarar hon avgjørd, at tað ger hon als ikki
-Tað kann onkuntíð kennast eitt sindur undarligt at síggja seg sjálvan í sølubúðunum, men eg angri einki. Hasin partur av mínum lívi hoyrir fortíðini til, sigur hon

Undirklæðir
Seinastu trý árini, hevur Katja Kean verið við væl umtóktu sendirøðini, Langt fra Las Vegas við Casper Christensen á odda. Hon hevur leiklutin sum skrivstovukvinnan Lisa.
-Leikluturin í sendirøðini kom ógvuliga væl við. Sendirøðin gjørdi sítt til, at eg ikki varð stemplað eftir eg gavst í pornoídnaðinum, tí fólk kunnu síggja meg í einum øðrvísi leikluti, sigur Katja Kean.
Í vár vóru seinastu sendingarnar við Langt fra Las Vegas gjørdar og Katja Kean er longu farin undir næstu verkætlanina. Á jólum verður hon á marknaðinum við undirklæðum við undirheitinum Katja K.