Porkeris býráð í nýggj høli

Býráðið í Porkeri hevur keypt hús og fær nú munandi betri umstøður

Porkeris Býráð er flutt í nýggj høli og hevur nú munnandi betri viðurskifti at virka í og nú er vítt til veggja, í mun til undanfarin høli.
                      Talan er um hús mitt í bygdini. Húsini eru upprunaliga bygd sum sethús í fimmtiárunum. Tey hava m.a. verið læraraíbúð og eisini hava læknaviðtaluhøli verið í húsunum. Kommunan hevði eisini part av húsunum eitt skifti, frá 1975 til 78.
                      Í 1974 og til fyrst í nítiárunum átti Føroya Banki húsini og húsaðist í teimum. Porkeris Býráð hevur nú keypt húsini frá einum felag hjá Hera Hjelm. Talan er tó í fyrstu syftu um leigu av húsunum í tvey ár, men leigan gongur inn í keypið.                      Skrivstovuútgerð og annað innbúgv er við í keypinum. Húsini eru í trimum hæddum og fáa kommunalu politikararnir í Porkeri við hesum rúmari ræsur at virka í.