Porkeri: Gera íløgur fyri 1,6 mió

Á fundi í farnu viku var fíggjarætlanin 2012 fyri Porkeris kommunu einmælt samtykt. Hon javnvigar 9,3 milliónum krónum.

Fyri porkeningar fer avgerðin í bygdaráðnum millum annað at merkja, at teir ikki skulu gjalda fleiri prosent í skatti í 2012. Tað verður nevniliga 21 prosent, sum er tað sama sum í ár.

Umframt hetta er avgjørt, at barnafrádrátturin hækkar úr 5.000 uppí 5.500 krónur fyri hvørt barnið.

Skattainntøkan fyri komandi ár er mettur til 44,3 milliónir krónur, har samlaði inntøkuskatturin verður 7,2 mió krónur.

Sambært heimasíðuni hjá kommununi verða samlaðu íløgurnar 1,6 milliónir krónur.