Porkeris Bygdarsavn hevur seinastu árini verið leiðari fyri norðurlendskari verkætlan, ið snýr seg um leiklutin hjá lokalum søvnum í ferðavinnuhøpi.
Verkætlanin, ið nevnist Livandi Søvn í Arktis, er ein samstarvsverkætlan, har tað snýr seg um at læra av royndunum hjá hvørjum øðrum.
Livandi Søvn í Arktis er ein trý-ára verkætlan, ið NordRegio hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, stuðlar.
- Tey, sum eru við, eru søvn og mentanarligar verkætlanir. Og verkætlanin, Porkeris Bygdarsavn arbeiðir við í hesum sambandi, er at seta gamla bóndagarðin í Eystrum, og Skemmukrambúðina, í stand, so at hesir søguligu bygningar í framtíðini kunnu nýtast til mentanarligt virksemi, sigur Helgi Eidesgaard, samskipari.
Hann sigur, at ymiskt er, hvussu langt ávegis verkætlanirnar eru komnar, so mett varð, at best mátti verða at byrja við tí grundleggjandi.
- Í 2012 fekk Porkeris Bygdarsavn heiðurin av at skipa fyri fyrstu verkstovuni, ið snúði seg um, hvussu man fyrireikar tílíkar ætlanir. Í 2013 gekk leiðin til Målselv í Midt-Troms í Noregi, har verkstovan hetta árið snúði seg um, hvussu man í roynd og veru íverksetur eina slíka verkætlan, tá sjálvar fyrireikingarnar eru komnar upp á pláss.
Og mánadagin verður so farið til Nuuk, har Liisi Egede Hegelund, leiðari av verkætlanini Inuk Hostels, tekur ímóti. Umframt tað, at fundur verður millum leiðararnar av luttakandi verkætlanunum í Nuuk, er bjóðað til fyrilestur hjá Visit Greenland, har borgarstjórin í Nuuk, Asii Chemnitz Narup, fer at greiða frá mentan og ferðavinnu í Grønlandi. Harafturat verður vitjað á Grønlendska Tjóðarsavninum.
Longu mikudagin verður farið úr Grønlandi til Íslands, har leiðin gongur til Stykkishólm á Vesturlandinum. Her verður verkstova um marknaðaring, men tey fara eisini at vitja áhugaverd støð og í hesum sambandi verður eisini vitjað í Norska Húsinum, ið hevur vertsleiklutin í Stykkishólmi.
- Vitjað verður eisini á Eldfjallasafninum, Vatnasafninum, Hávasavninum í Bjarnarhöfn og á Leir 7, ið er eitt listasavn ið sýnir fram íslendska leirkeralist. Eisini verður forkunnug útferð til Flatey. Her er ætlanin at gera gamla Frystihúsið í oynni um til savn og mentanarmiðdepil, umframt til kunningarstovu til ferðafólk.
Týdningarmesta á hesi ferðini er tó verkstovan í Stykkishólmi, ið fer at snúgva seg um, hvussu tað ber til at marknaðarføra hesar verkætlanirnar.
- Í hesum sambandi verða ymsir fyrilestrar um, hvussu savnsarbeiði kann samantvinnast við marknaðarførslu, og eftir loknar fyrilestrar verður arbeitt saman í bólkum.
Tá bólkarnir hava arbeitt saman eina løtu, verður síðani tikið saman um og kjakast um, hvat luttakararnir hava funnið fram til av góðum hugskotum, sigur verkætlanarsamskiparin.
Tey søvn, sum eru við í Livandi Søvnum í Arktis eru: Porkeris Bygdarsavn, sum leiðir verkætlanina, Midt-Troms Museum úr Noregi, Inuk Hostels úr Grønlandi og Norska Húsið – Byggðarsafn Snæfellinga og Hnappdala og Þrisker Ehf. úr Íslandi.
Umboðini fyri Porkeeri, sum eru við á ferðini, verða Magnus Hansen, formaður í Porkeris Bygdarsavni, og nevndarlimirnir Mortan D. Holm, Tóki Brattalíð og Zacharias Bech, umframt Helgi Eidesgaard, sjálvur.
Á myndini er tað Zacharias Bech, vinstrumegin, og José D. Ruiz-Martinez, fyrrv. leiðari á Aasiaat Museum. Á verkstovuni í Noregi í 2013, greiddi José frá um, hvussu grønlendsku bygdasøvnini eru skipað. José starvast nú á Tjóðarsavni Grønlands. Myndina tók Mannbjørn Olsen.