Porkenningar vilja hava skúlan til Hovs

Bygdaráðið í Porkeri tekur undir við ætlanini at flyta miðnámsskúlan í Vági og at byggja ellisheim í Vági

Menningarætlan

? Vit taka undir við ætlanini at flyta ætlaða miðnámsskúlan í Vági til Hovs og at leggja hann í ein skúladepil har.
Tað sigur Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri.
Hann sigur, at síðani tað kom fram, at landsstýrið ætlaði at flyta skúlan til Hovs og at byggja røkrarheim í Vági ístaðin, hevur bygdarráðið í Porkeri viðgjørt málið.
Og bygdarráðið tekur undir við at skúlin verður fluttur til Hovs.
? Tá ið avgerðin varð tikin um at byggja hann í Vági, tóku vit undir við tí, tí vit hildu, at tað er neyðugt at byggja ein skúla. Men tá vóru ongar aðrar ætlanir frammi og tóku vit ikki undir við tí, kom heldur ongin skúli.
-? Nú hava vit eitt alternativ og tí halda vit, at tað er rætt at flyta skúlan.
Eli Frederiksen sigur, at verður skúlin bygdur í Hovi, ber til at byggja fleiri skúlar í ein depil á sama staði og har er eisini pláss fyri fleiri skúlum og bygningum, um so skuldi verið, tí tað hevur verið frammi, at tað er uppá tal at byggja fleiri skúlar.
Tað hevði avgjørt havt fíggjarligar fyrimunir við sær, heldur enn at byggja fleiri einstakar skúlar ymsastaðni í oynni.
Annars heldur hann, at tað er eisini neyðugt at byggja fleiri røktarheimspláss í Suðuroy, men hann heldur at tað er skeivt at gera tað á Tvøroyri, tí har er ov trong rundanum røktarheimið, sum er.
Hinvegin er stykkið vesturi á Vatninum í Vági sera væl hóskandi til eitt røktarheim.
Porkeris Kommuna hevði eisini verið til reiðar at betalt sín part av einum røktarheimi.
Verður skúladepil og røktarheim bygt, hevði tað skapt nógv arbeiðspláss og tað hevur sera stóran týdning í Suðuroy.
Eins og fleiri aðrir borgarstjórar í oynni, fýlist eisini Eli Frederiksen á, at landsstýrið ikki hevur kunnað allar kommunurnar í oynni.
? Undantikið Vágs Býráð, eru hinar kommunurnar í Suðuroy bara kunnaðar um ætlanina í fjølmiðlunum. Tí vil eg avgjørt mæla landsstýrinum til at kunna allar kommunurnar í oynni um málið, sigur borgarstjórin í Porkeri.
Hann sigur, at eitt, sum hevur stóran týdning er, hvørja tíðarætlan landsstýrið arbeiðir við.
?Vit mugu fáa trygd fyri at ætlanin hjá landsstýrinum ikki ber í sær, at miðnámsskúlin í Suðuroy ikki verðir skotin fleiri ár fram í tíðina, tí tað má heldur ikki henda, sigur borgarstjórin í Porkeri.