Porkeris Kommuna hevur nú givið út eina bók við søgubrotum úr Porkeri, sum eisini er ein ættarsøga hjá bygdini.
Tað er Torgir Strøm, ið hevur skrivað bókina, og hann sigur, at hann er farin so langt aftur í tíðina, hann er sloppin.
– Eg havi tikið øll hús við sum eru bygd fyri 1950 og sostatt eru tey nýggjastu húsini ikki tikin við, sigur høvundurin.
Hann sigur, at hann hevur greina ættina hjá teimum, sum vóru í hjørjum húsi, og hann greiðir frá, hvat varð av teimum.
Annars hevur hann nakað við um jørð, bátar og fólk, eitt nú greiðir hann eitt sindur frá um Jógvan á Gaddi, sum sigldi við Royndini Fríðu, men sum varð tikin til fanga, og sum endaði í Amerika.