Porkenningar fáa gøtunøvn

Porkeri: Nú er ætlanin at allir vegir og allar gøtur í Porkeri skulu fáa nøvn.
Bygdaráðið setti herfyri eina nevnd at gera uppskot til gøtunøvn í Porkeri.
Nevndin hevur síðani gjørt uppskot til, hvussu vegir og gøtur skulu nevnast og á bygdaráðsfundi mikukvøldið samtykti bygdarráðið uppskotini.
Men samtyktin er ikki endalig, tí uppskotini skulu nú sendast í hvørt hús í Porkeri so at eisini vanligi borgarin sleppur at siga sína hugsan.
Fólk fáa sostatt høvi til at senda bygdarráðnum, hvat tey halda um nøvnini og um tey halda, at okkurt skuldi verið nevnt øðrvísi.
Tá ið viðmerkingarnar frá porkenningum eru innkomnar og viðgjørdar, fer Bygdarráðið endaliga at samtykkja, hvussu gøtur og vegir í Porkeri skulu nevnast.
Nøkur av nøvnunum, sum gøtunavnanevndin hevur skotið upp at brúka í Porkeri, eru Mýrdalsvegur, Gjáarvegur, Klovavegur, Skiparavegur, Bakkavegur, Deildarvegur, Brekkuvegur og Nøkursvegur, Heygavegur, Hólabrekkan, Mattasarvegur og Fløttavegur.