Rúsdrekkamálið hevur mangan elvt til rumbul á tingi. At vit hava havt - og framvegis hava - eina so stranga rúsdrekkalóg, samanborið við grannalond okkara, hevur sjálvandi sína søgu, sum gjørdi, at kvinnurnar atkvøddu eitt rúsdrekkaforboð ígjøgnum í 1907.
Men nógv vatn er runnið síðani tá. At Rúsdrekkasøla Landsins varð skipað í 1992 var tí eitt nátúrligt stig. Fleiri mæltu til fría rúsdrekkasølu, men tað var samfelagið neyvan klárt til tá - og so als ikki tann politiska skipanin. Tí var hetta tann gylti millumvegurin tá. Nú eru skjótt 20 ár liðin, og sera nógv er broytt. Býarlív og matstovur eru nú ein nátúrligur partur av samfelagnum - og føroyingar eru farnir at drekka veikaru sløgini av rúsdrekka, ikki minst hevur vínið tikið fremsta plássið frá sterka brennivíninum.
Um dagarnar kom í ljósmála, at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, við kunngerð hevur givið Rúsdrekkasølu Landsins loyvi at hava opið leygardag. Mong mundu yppa øksl, tá hesi tíðindi bórust, tí hvør var tann djúpara meinginin við hesum? Uppskot hava verið á tingi um at javnseta føroysk virki við útlendsk virki, ið framleiða rúsdrekka - so tað, ið loyvt er at selja í Føroyum, eisini kann framleiðast í Føroyum. Men kortanei, sigur tingið. Johan Dahl sigur, at hann torir ikki at skera ígjøgnum á hesum øki, tí tað setir samgonguna í vanda.
Hetta er ilt at skilja, tó at vit á hesum stað ikki skulu mótmæla hesi broytingini hjá Johan Dahl. Men at hetta skal til fyri at stytta bíðirøðirnar fríggjadag, man tað ikki vera ein sannleiki við modifikatiónum? Fyrstu árini hevði Rúsan opið fríggjakvøld til klokkan 19. So bleiv hetta broytt - kanska lænt hugskot frá peningastovnum, at opið skuldi vera leingi hósdag. Her var neyvan hugsað um kundan. Men um vent varð aftur til hesa skipan, so varð trupulleikin við bíðirøðunum helst loystur.
Formaður Sambandsfloksins á tingi kom í gjár við mótmæli og kravdi, at landsstýrismaðurin broytir kunngerðina aftur. Enn einaferð síggja vit okkara óbúnu politisku skipan í einum nøtuhylki: Handlað verður populistiskt, tí formaðurin hevur sína serligu støðu í rúsdrekkamálum: »Tað burdi ikki verið til«. Vit kunnu so bara taka hattin av fyri landsstýrismanninum, sum púra greitt vísir slíkum kravi aftur. Landsstýrisfólkini umsita, løgtingsfólkini gera lógirnar.
-----
Sosialurin










