Poppstjørna tveitt út úr Kanada

Amerikanski Chris Brown varð vendur í hurðini, tá ið hann kom til Montreal í gjár

Amerikanska poppstjørnan Chris Brown skuldi hava tveir útseldar konsertir í Kanada hesa vikuna – onnur í Montreal og hin í Toronto. Men nú verða konsertirnar av ongum.

Tá ið Chris Brown kom til Montreal í gjár, varð hann steðgaður á flogvøllinum og noktaður innferðarloyvi til Kanada. Hann varð biðin um at fara aftur til USA.

 

Í 2009 gjørdi Chris Brown seg inn á táverandi unnustuna Rihanna. Hann fekk ein stóra bót og treytaða fongsulsrevsing. Í fjør breyt hann reglurnar fyri treytaða dóminum og reyk í geglið í tríggjar mánaðir.

Hetta hevði við sær, at Chris Brown stóð á einum lista yvir fyrrverandi revsaðar persónar, og tí vildu kanadisku myndugleikarnir ikki loyva honum inn í landið.

Chris Brown vónar, at hann kann halda sínar kanadisku konsertir í heyst.