Áhoyrararnir á einari konsert við 70’ara stjørnuni David Cassidy fingu eina heldur keðiliga uppliving á einari konsert í California nú um dagarnar.
David Cassidy, sum er 66 ára gamal og kendur úr The Partridge Family, gloymdi tekstin til sang hjá sær, og hann var eisini óheppin at detta á pallinum.
Nú hevur David Cassidy avdúkað, hví hetta hendi. Hann hevur nevniliga í eina tíð fjalt út yvir, at hann er raktur av demens, skrivar The People.
- Eg havi dult tað, men eg visti, at tað fór at koma út, sigur David Cassidy við The People.
Hendingin í California hevur fingið David Cassidy at gevast við sínum framførslum, og hann ætlar sær nú at konsentrera seg um sína heilsustøðu.
David Cassidy hevur eisini havt aðrar trupulleikar at stríðast við seinastu árini. Millum 2010 og 2014 varð hann tríggjar ferðir tikin av løgregluni fyri at koyra fullur og var millum annað dømdur til avvenjingar. Í 2015 fór hann persónligt konkurs og mátti selja hús sítt í Flordia, skrivar The People.