Til samanberingar hevur fløgan, ið lá ovast á listanum hjá 3aranum Alt hjá Kim Hansen selt 2.400 eintøk. Eyðfinn sigur, at Poppkorn fløgan enn selur væl, og at tey 3000 eintøkini, ið vóru gjørd í fyrstu atløgu, skjótt eru uppi.
Poppkorn er fimm ungar gentir av Sandi. Bólkurin spældi fyrstu ferð á MjúS festivalinum í heimbygdini. Tær hava síðan spælt á konsertum og festivalum kring allar Føroyar. Aftan fyri genturnar standa gomlu poppsamstarvsfelagarnir Eyðfin Jensen og Kári Jacobsen. Poppkorn er í uppskoti til planetina fyri besta nýggja.