Poppkorn ovast á sølulistanum

Útlendskur tónleikur var á øllum plássum á sølulistanum hjá 3aranum uttan á ovasta plássi, har besti nýggi bólkur í fjør Poppkorn hava fest røtur.

 Tónleikur
 
Fløgan hjá Poppkorn liggur hesa vikuna ovast á sølulistanum hjá 3aranum, fløgan er júst endurprentað, aftan á, at tey fyrstu 3000 eintøkini vóru seld. Poppkorn vunnu í januar planetina sum besti nýggi bólkur og at døma eftir sølutølunum, sær tað út sum, um kornini enn eru glóðheit
 
Sølan av føroyskum tónleiki hevur ikki verið serliga sannførandi hesa vikuna, tí Poppkorn eiga einastu føroysku útgávuna á listanum. Nýggjasta útgávan hjá Toto er á øðrum plássi og savnsfløgan Accoustic Love Songs á triðja. Hetta er einasta savnsfløgan á listanum og tað er merkisvert, tí í nógvar mánaðar hava Now Music fløgur verið fastur fúsur á listanum.
 
At Eminem, James Blunt, Kelly Clarkson, Madonna, Katie Melua og Pussycats Dolls eru á listanum er eingin skelkur, men tað er áhugavert, at danska Nanna Amter og fløgan Stories Behind The Tear er komin inn á listan. Nanna er eitt rættiliga óskrivað blað í føroyskum høpi, hon hevur abba úr Sørvági og kom í sambandi við útgávuna av fløguni til Føroyar at spæla útgávukonsertir í Kagganum og í SMS næst seinasta vikuskiftið.