Á konsertini verður høvi at hoyra og síggja genturnar framføra øll løgini frá nýggju fløguni. Tey flestu munnu longu kenna landapláguna Sjeikurin, sum í løtuni liggur ovast á '15 teimum bestu'.
Bólkurin PoppKorn er eitt eindømi í føroyskari tónleikasøgu: Hann er fyrsti gentupoppbólkur nakrantíð. Tær fimm sandsgenturnar ið mynda bólkin, eru: Lillian Dalsgaard, Elin Reinert Hansen, Jóhanna Vidtfeldt, Rannvá Nielssen og Maiken Stantcheva.
Atgongumerki til konsertina fáast til keyps hjá Kall í SMS, í Kunningarstovuni í Tórshavn og við dyrnar ein tíma undan konsertina.
Tað ber til at lesa meira um PoppKorn, síggja myndir og at hoyra brot úr løgunum á heimasíðuni www.poppkorn.net









