Poppkorn geva stakfløgu út

Føroya fyrsti og einasti føroyski gentupoppbólkur Poppkorn geva nú sína fyrstu stakfløgu út. Bólkurin, ið er mannaður við fimm sandsgentum, hevur endurinnspælt lagið Sjeikurin hjá Elini Heinesen. Lagið hevur longu verið nógv at hoyrt í Útvarpi Føroya og á Rás 2.

 
Í sambandi við útgávuna, fara Poppkorn á pallin í SMS í morgin leygardagin kl. 16 og kl. 18.
 
Umframt sjeikin, er lagið Get The Party On á stakfløguni. Hetta lagið er nýskrivað til bólkin av tónleikaflogvitinum, tí føroyska Mr. Popp, Kára Jacobsen.
 
PoppKorn eru Lillian Dalsgaard, Elin Reinert Hansen, Jóhanna Vidtfeldt, Rannvá Nielsen og Maiken Stanchev. Tær spældu í summar á fleiri av festivalunum, aftan á at tær fingu sandin at lyfta seg eitt sindur á MjúS. Eisini vóru tær nógv at hoyra í loftmiðlunum á ólavsøku við tolkingini av Á den deiliga Havn hjá Nalju.