Poppkorn enn ovast á 15 teimum bestu

Sjeikurin hjá Poppkorn er aftur hesa vikuna ovast á 15 teimum bestu. Herbergið hjá Páll Finnur Páll, sum átti ovastu rók inntil Popp genturnar koppaðu teir av trúnuni, eru á øðrum plássi. Høm Høm við Pipar & Salt og Timburmenninir hjá Peturi Pólsyni tryggja ein føroyskan topp 4 lista.

 Grannin hjá Páll Finnur Páll er einasta eykalagið, sum kom inn á listan hesa vikuna, og liggur á sjeynda plássi, umframt hetta eru Frensurin hjá Óla hjá Dynamit og The Innocense Of Childhood hini føroysku løgini á listanum hesa vikuna.